Í 1995 varð Súni Fríði Johannesen tann fyrsti til at skora 24 mál í einum kappingarárið í Betrideildini, táverandi 1. deild. Tá vóru bert 18 umfar, og Súni Fríði spældi 17 dystir og skoraði 1,41 mál per dyst fyri B68.
Súni Fríði Johannesen endaði tá langt ovast á toppskjúttalistanum, og tvey ár seinni gjørdist Uni Arge tann næsti til at náa 24 mál. Áleyparin hjá HB spældi bert 16 dystir, og harvið var talan um ein eitt og eitt hálvt mál í miðal hjá Una. Einki av hesum var brotsspark.
Seinastu 22 árini hava fleiri leikarar verið nær við at náa 24 mál í einum kappingarári, men hóast tað nú eru 27 dystir í einum kappingarári, er tað ikki fyrrenn nú, at tað er eydnast. Tað er, ikki óvæntað, Klæmint Andrasson Olsen, ið er komin uppá 24 mál.
Rituvíkingurin var sera nær við í sínum besta kappingarári frammanfyri málinum. Tað var í 2016, har Klæmint skoraði 23 mál. Frá 2013 til og við 2016 skoraði Klæmint minst 20 mál.
Í ár hevur hann verið meira vandamikil enn nakrantið, og 1-0 málið í sigrinum hjá NSÍ á EB/Streymi var mál nummar 24 í dysti nummar 20. Harvið hevur Klæmint 1,2 mál í miðal, og tað er einki ið bendir á, at Klæmint Olsen ikki fær minst eitt mál afturat í seinastu sjey dystunum. 29-ára gamli metmálskjúttin í føroyskum fótbólti er nú møttir inn í landsliðshópin.
Fótbóltur
Klæmint hevur javnað metið fyri eitt kappingarár
Áleyparin hjá NSÍ heldur fram at skora, og nú manglar hann bert eitt mál fyri at vera einsamalli leikarin við flest málum í einum kappingarári í fremstu mansdeildini.
Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað 24 mál í Betrideildini í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-09-02 12:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald