Niðurflyting er veruleiki í Runavík, og tann stóri spurningurin er nú, hvar landsliðsleikarin og trúgvi rituvíkingurin, Klæmint Andrasson Olsen, spælir næsta ár.
Dánial Hansen, formaður í NSÍ, var spurdur um hetta í sendingini Fótbóltsprát í útvarpinum seinnapartin. Hann upplýsti, at NSÍ ikki fer at standa í vegin fyri Klæminti.
- Øll sum eru góð við NSÍ eru eisini góð við Klæmint, so man fer ikki at syanda í vegin fyri einum landsliðsplássi, tað trúgvi eg ikki, segði Dánial Hansen.
Klæmint Andrasson Olsen aftaná 3-2-tapið í gjár (Skíggjamynd: Televarpið)
Norðlýsið skrivaði fyrr í dag, at søgurnar í Klaksvík eru farnar at ganga um, at Klæmint Andrasson Olsen skal leggjast afturat álopsstyrkini hjá KÍ.
Hetta veit formaðurin í NSÍ tó einki um.
- Tað veit eg einki um. Eg veit at Klæmint hevur sáttmála við NSÍ komandi ár. Eg havi ikki prátað við Klæmint síðani dystin í gjár. Eg haldi, at Klæmint skal fáa tíð at hugsa seg um og gera tað sum hann ætlar sær. Hann stendur í einari turuplari støðu, nú hann sum leikari bara hevur umboðað NSÍ, segði formaðurin.
- So fyri hann, er tað øgiliga tragiskt at flyta niður við NSÍ, og hugsa um sítt landsliðspláss og sítt umdømi í felagnum. Vit sum felag lata Klæmint hugsa seg um, og so taka vit tað har frá, segði Dánial Hansen við Fótbóltsprát í útvarpinum.
Klæmint Andrasson Olsen er sannur málrevur. Hann hevur skorað 230 mál í bestu landskappingini.
Sí eisini: Myndir: B68 sendi NSÍ niður í 1. deild
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald