Fótbóltur

Klæmint legði upp til tvey mál í stórtapi

Royndi rituvíkingurin vísti hegni í Bosnia, men Breiðablik fekk bank í Europa League-dystinum. Tað gjørdi KA Akureyri eisini í Belgia í Conference League.

Klæmint Andrasson Olsen varð skiftur inn og legði snilt upp til 6-1 og 6-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen varð skiftur inn og legði snilt upp til 6-1 og 6-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-11 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey íslendsk feløg á útivølli í hvør sínari evropeisku kapping og samanlagt 3-11 tap. Hetta var úrttøkan hjá føroyingarfeløgunum, tá tey í gjár spældu fyrru dystirnar í 3. umfari.

Zrinsjki Mostar úr var gamaní favorittur móti Breiðablik í fyrra dystinum í 3. umfari í Europa League, men at tað skuldi vera 6-0 eftir 55 minuttir í Bosnia, høvdu tó heilt fá sæð komið. Íslendsku meistararnir megnaðu als ikki at standa ímóti. Reytt kort eftir ein hálvan tíma - tá tað var 3-0 - hjálpti tó ikki.

Útiliðið fekk tó pyntað um munin hóast trongu støðuna, og tað var millum annað Klæmint Andrasson Olsen at takkað. 33-ára gamli rituvíkingurin var komin á vøllin frá byrjan í 2. hálvleiki.

Fyrst legði hann snilt upp við at flyta bóltin víðari við uttaru síðu innum verjuna til Anton Lúðvíksson, sum hegnisliga lyfti bóltin uppum málverjan. Nakrar minuttir seinni stútaði Klæmint væl víðari til Gísla Eyðjólfsson, og so var 6-2. Tó er tað nærum vónleyst hjá Breiðablik áðrenn heimadystin, og tað síggja út til ístaðin at gerast spennandi Conference League playoff-dystir hjá Klæminti Olsen og hinum seinni í mánaðinum.

Sí flottu uppleggini og øll málini her:



Ævintýrið endar allarhelst nú

KA Akureyri hevur spælt seg víðari tvær ferðir í Conference League í summar - seinast móti írska Dundalk, har Jóan Símun Edmundsson skoraði eitt av málunum.

Jóan Símun hevur áður spælt í Belgia, men í gjár var Club Brügge ein alt fór stórur biti. Tað var 4-0 í steðginum, og tað endaði 5-1. Jóan Símun Edmundsson spældi fyrstu 57 minuttirnar. Pætur Petersen kom inn til seinastu minuttirnar.

KA fær vitjan av belgiska stórfelagnum í næstu viku - so er góða evropeiska summarið hjá teimum eftir øllum at døma av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder