Tað er eisini bólkaspælsdámur í Íslandi og í Kópavági í dag. Sum fyrsta íslendska felag nakrantíð skal Breiðablik spæla slíkan dyst. Fyrsta uppgávan í Conference League bólki B er í Ísrael.
Ein føroyingur er við í Tel Aviv. Klæmint Andrasson Olsen hevði í summar átt sín leiklut í, at Breiðablik kom so langt. 33-ára gamli rituvíkingurin er leigaður úr NSÍ og fær allarhelst ein leiklut á vøllinum í kvøld. Klæmint byrjaði inni í báðum play-off dystunum, ið Breiðablik vann á meistarunum úr Montenegro.
Patrik Johannesen byrjaði árið sum fastur maður við Breiðablik, men tvøramaðurin hevur tíverri krossbandsskaða í løtuni.
Maccabi Tel Aviv er stórfavorittur í kvøld - væl størri enn Slovan Bratislava er móti KÍ.
Breiðablik skal stríðast ímóti í nógva hitanum. Dysturin byrjar klokkan 20. Hini liðini í bólkinum eru Gent (Belgia) og Zorya (Ukraina).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald