Fótbóltur

Klæmint og Breiðablik víðari eftir enn ein stórsigur

Íslendsku meistararnir vunnu 5-0 á meistarunum í Montenegro í gjár og skulu spæla móti Shamrock Rovers í næsta umfari - møguliga móti KÍ seinni.

Klæmint Andrasson Olsen í landsdysti í síðstu viku. Hann skal skjótt spæla í 1. umfari í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen í landsdysti í síðstu viku. Hann skal skjótt spæla í 1. umfari í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-01 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undanumfarið í Champions League er avgreitt í Íslandi hesa vikuna, og Breiðablik gagnnýtti heimavallarfyrimunin til fulnar. Fyrst hølvaðu íslendsku meistararnir Tre Penne úr San Marino av - har Klæmint Andrasson Olsen skoraði eitt av teimum sjey málunum - og í gjárkvøldið vann heimaliðið aftur stórt.

Les eisini: Klæmint skoraði í Champions League-stórsigri

Hesa ferð gekk tað útyvir meistararnir úr Montenegro. Budcnost Podgoricia, ið tapti samanlagt 6-0 fyri HB í 2021, tapti nú 5-0. Í hálvleikinum var støðan 4-0.

Klæmint Andrasson Olsen byrjaði inni móti Tre Penne. Í gjárkvøldið byrjaði rituvíkingurin á bonkinum. Hann kom á vøllin í 74. minutti - hetta var beint eftir, at Breiðablik hevði økt til 5-0.

Við sigrunum er greitt, at Breiðablik skal spæla í Írlandi 11. juli. Heimadysturin móti Shamrock Rovers verður 18. ella 19. juli.

Um bæði Breiðablik og KÍ tapa í fyrsta umfari í Champions League, sum er sannlíkt, so skulu Klæmint Andrasson Olsen og liðfelagirnir ein túr til Klaksvíkar at spæla í 2. umfari í Conference League. Um man fer úr Champions League so tíðliga, so fær man ein nýggjan møguleika.

Les eisini: Áhugaverdir møguleikar í 2.umfari í Conference League

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder