Fótbóltur

Klæmint og teir hava langan veg

Skulu vinna við tveimum í Parkini bara fyri at fáa longda leiktíð. Hetta er greitt eftir 0-2 móti FCK í Kópavági í gjár - Klæmint Olsen spældi síðstu tíggju minuttirnar.

Klæmint Andrasson Olsen fekk seg royndan eina løtu móti donsku meistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen fekk seg royndan eina løtu móti donsku meistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 09:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Breiðablik fekk eina marrubyrjan uppá stóru uppgerðina móti donsku meistarunum í gjár. Fyrsta FCK-álopið endaði við, at sviin Jordan Larsson legði útiliðið á odda.

Sonur legenduna Henrik Larsson legði upp til 2-0 málið hjá Rasmusi Falk í 32. minutti, og so varð mótbrekkan tyngri.

Breiðablik megnaði ikki minka um munin á heimavølli, hóast hagtølini boða frá rímiliga jøvnum dysti. Íslendsku meistararnir høvdu eisini nakrar møguleikar, sum teir tó ikki umsetti til mál.

Tá tíggju minuttir vóru eftir av vanligari leiktíð, kom Klæmint Andrasson Olsen inn í roynd at vera við til at fáa størri spenning í samanlagt. Tað endaði tó 0-2, og harvið hevur Breiðablik eina risauppgávu fyri framman í Parkini.

Tað sær mestsum ógjørligt út hjá Klæminti og liðfeløgunum at koma uppaftur longri í Champions League. Um Breiðablik tapir fyri FCK samanlagt er Europa Leauge á skránni, og har bíðar bosniski ella slovakiski meistarin: Zrinjski Mostar ella Slovan Bratslava. Slovan vann í gjár 1-0 í Bosnia.

Áhugavert var eisini, at HJK Helsinki basti Molden 1-0 á heimavølli. Samanlagdi vinnarin har skal spæla móti vinnaranum av BK Häcken - KÍ. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder