Tvær ferðir 90 minuttir til Klæmint, tvey mál men eisini tvey tap. Hesi eru nøkur av lyklatølunum eftir tvey umfør í Conference League-bólkaspælinum hjá Breiðablik.
Í gjárkvøldið tók íslendska liðið móti Zorya Luhansk úr Ukraina. Dysturin var á Laugardalsvöllinum í Reykjavík, tí vøllurin í Kópavági ikki kann brúkast til slíkar dystir. Beint yvir 1.700 fólk vóru til staðar.
Einsamalla málið í uppgerðini kom tíggju minuttir fyri hálvleik. Igor Gorbach skoraði tað fyri Zorya.
Klæmint Andrrason Olsen skoraði tvær ferðir í fyrsta dystinum hjá íslendskum felagi nakrantíð í einum bólkaspæli. Hetta var í Ísrael fyri fimtan døgum síðani. 33-ára gamli rituvíkingurin er framvegis einasti málskjútti fyri íslendskt felag í slíkum.
Breiðablik er eftir 0-1 tapið greitt aftast í bólkinum við ongum stigi. Zorya og Gent hava fýra stig hvør, og Maccabi Tel Aviv hevur trý stig. Næsta uppgávan í Conference League verður risastór: Í Belgia móti Gent sum Breiðablik vitjar 26. oktober.
Síðsti dystur hjá Klæminti og liðfeløgunum í íslendski kappingini verður sunnudagin móti Stjarnuni. Tað er longu greitt, at Breiðablik aftur spælir í Conference League næsta ár - í síðsta umfari er tað uppgerð um bronsuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald