Á Facebook-vanga sínum skrivar Klaksvíkar Róðrarfelag um hesa serstøku handanina.
Tað er í samband við Føroya Sjómannadag, at nakrir ungir mans flotaðu Nevið Reyða í morgun, tá seglskipini komu inn eftir vágni.
- Frá vinstru: Jónatan Norðberg, Róland Petersen, Kristmund Petersen, Birgir Sigurðsson, John Viðoy, Markus Løwe og Ísakur Viðoy Staksá.
Aftaná móttøkuna tók Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, ímóti tveimum gomlum navnabrettum frá Kristmundi Petersen. Flest kappróðraráhugað munnu kenna Kristmund sum bátsformann umborð á Norðingi.
Klaksvíkar Róðrarfelag skrivar, at tað er ikki til at vita, hvussu gomul navnaskeltini eru, men helst eru tey eldri enn júst tað navnabrettið, sum hongur til prýðis í kaffistovuni í neystinum.
At enda takkar róðrarfelagið fyri hendan dýrgrip, sum er heilt serstakur fyri felagið. Felagið eigur ikki nógvar søguligar lutir, men setur stóran prís uppá at fáa slíkar gávur, verður sagt at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald