Fótbóltur

Klaksvíkingar gjørt sáttmála við norskan áleypara

KÍ styrkir um hópin til komandi kappingarár.

2018-12-15 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd.

Talan er um norska álopsleikaran, sum fyri nøkrum vikum síðani var settur í samband við KÍ. 23 ára gamli Torbjørn Grytten hevur gjørt sáttmála við KÍ.

Hann hevur verið í Klaksvík og hugt eftir umstøðunum. Hann hevur síðstu árini spælt og skorað nógv mál (47 mál í 79 dystum) í 3. og 4. bestu norsku deildini fyri norska felagið Brattvåg.

Árini 2012-2015 spældi hann 29 dystir við Aalesund og skoraði tvey mál í bestu norsku deildini.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2019, skrivar KÍ á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder