
Niels Pauli Danielsen er 29 ára gamal. Hann hevur spælt 190 dystir í bestu deildini Heðin Klakstein er 26 ára gamal, og hann hevur spælt í 142 dystum í fremstu deildini. Báðir hava skorað 22 mál. Heðin og Niels Paulu vóru á KÍ-liðnum í 2016, sum vann kappingina um Løgmanssteypið, og teir komu komu báðir inn í tí finaluni.
Niels Pauli hevur gjørt tvey ára sáttmála við Skála, og Heðin hevur gjørt eitt ára sáttmála.
Skála hevur mist Ahmed Mujdragic og Brian Jacobsen, ið báðir vóru týðandi leikarar í fjør. Tað ljóðar, at fleiri lokalir leikarar halda fram á Skála, og at felagið royndir at fáa styrk uttanfrá.
Keldu: Skála IF og faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald