Kappróður

Klaksvíkingar taka tvey met

Janus Dam-Jacobsen og Magnus Norðberg skriva kappróðrarsøgu á ólavsøku.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-26 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað skal vilja sera illa við, um Klaksvíkingurin ikki verður kosin føroyameistari á ólavsøku í ár. Báturin skal bara luttaka og koma í mál.

Og tá 10-mannaferið Klaksvíkingur verður kosin føroyameistari, eru tað eisini tveir av manningini, sum taka serlig met, skrivar Norðlýsið.

Tí tá kann Janus Dam-Jacobsen vinna sítt 10. føroyameistaraheiti. Sítt sjeynda við Klaksvíkingi – frammanundan hevur hann tvey við Orminum Langa og eitt við Eysturoyingi. Í løtuni eigur Janus metið yvir flest FM-heiti, níggju í tali, men tað er saman við Svein Rógva Ljósstein Nielsen.

Og Magnus Norðberg vinnur sítt áttanda føroyameistaraheiti, og tey eru øll vunnin við Klaksvíkingi. Hetta er met fyri flest FM-heiti við sama báti, sambært Norðlýsinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder