Asbjørn Tungá skal í kappingarárinum 2024 at vera hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá NSÍ.
Hesum boðaði felagið frá í gjárkvøldið.
40-ára gamli klaksvíksingurin hevur eftirhondini drúgvar royndir innan yrkið. Eftir at hann gavst at spæla, fór hann upp í venjaratoymið hjá næstbesta liðnum hjá KÍ. Hetta var í 2016.
Har hevur Asbjørn verið hjálparvenjari hjá fleiri ymiskum høvuðsvenjarum. Millum annað í eitt og eitt hálvt ár (summar 2021 - 2022) hjá Jens Wedeborg, sum nú er høvuðsvenjari hjá NSÍ.
Sviin fær nú aftur Asbjørn Tungá undir sína lið. Asbjørn hevur eisini verið høvuðsvenjari í trý ár hjá næstbesta liðnum hjá KÍ. Hetta var frá 2018 til og við 2020, og Í 2019 eydnaðist at vinna 1. deild
Sambart faroesoccer, er fyrsti dystur hjá Asbjørn, sum venjari, skrásettur í 2016 og hevur verið virkin innan venjararyrkið síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald