Eftir bert at hava verið hálvur meðan stóra útbyggingin av Tórsvølli er farin fram, er nú aftur møguligt at spæla dyst á fullum vølli á Niðara vølli í Gundadali í Havn.
Í gjár varð eitt lítið hátíðarhald á vøllinum í sambandi við, at arbeiði at leggja nýtt graslíki á vøllin er liðugt. Undirlagið er umvælt og gjørt av nýggjum, stoytdoyvingarlagið er nýtt og graslíkið er nýtt – sama slag sum á Ovara vølli og á Tórsvølli.
Enn er arbeiðið rundan um vøllin ikki heilt liðugt, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, heitti í eini røðu brúkararnar um at vísa eitt vet av toli í enn eina tíð, til hetta arbeiðið er gjørt.
Høvuðsarbeiðstakari í sambandi við útskiftingina av vøllinum hevur verið Metatron ehf við Pf. LBF sum høvuðsráðgeva. Spf. HJ Asfalt hevur gjørt asfaltarbeiðið, slírar til stengurnar og onnur arbeiði er gjørt av Spf. 3S, meðan ábøturnar á brunnarnar er gjørt av rakstrardeildini hjá kommununi.
Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald