Tað var ein suverenur Ólavur Kjølbro, sum seinasta vikuskiftið gjørdi bart og spældi seg víðari til finaluna í billard fyri staklingar, ið verður í Klaksvík fríggjdagin og leygardagin. Hann ruddaði borðið aftur og aftur í ikki færri enn seks dystum og livdi harvið avgjørt upp til verandi FM heitið við einum meðaltali uppá nærum 40 eygu.
Í hølunum á honum, tó við munandi lægri meðaltali kom enn ein klaksvíkingur, Hallur Joensen. Teir báðir koma so at spæla móti so frægum spælarum sum Páll Hera Nolsøe, Per Hansen, Urbanus Olsen, Markus Olsen, Bjarna Skaalum og Niels Nielsen.
Páll Heri Nolsøe, sum tapti móti Ólavur Kjølbro í fjør men vann FM heitið árið frammanundan, ætlar sær at endurvinna FM heitið, tó at nógvir eru um boðið hesaferð.
Stórspælarin av Tvøroyri Páll Heri Nolsøe, sum vann allar sínar dystir í liðkappingini, verður avgjørt ein hóttan móti verandi meistara. Hann hevur nú í nøkur ár víst framúr gott spæl og verður spennandi at síggja hann og Ólav Kjølbro dystast. Teir spæla í hvør sínum bólki í innleiðandi finalukappingini, og tí er møguleikii fyri, at vit kunnu fáa eina endurtøku av finaluni í fjør, tá Ólavur vann á Páll Hera, sum sjálvur átti FM heitið árið fyri.
Ein spælari vit eisini skulu hava eyguni eftir hesaferð er Bjarni Skaalum, sum hevur spælt fyri Fuglafjarðar Billardfelag hetta árið við sera góðum úrslitum men sum ikki hevur verið við í kappingum nú í nógv ár. Hann vann FM nøkur ár herfyri. Men vit skulu heldur ikki undirmeta spælarar sum Per, Markus, Urbanus og Niels, sum allir hava víst framúr gott spæl í nógvum kappingum.
Kappingin í oddinum í føroyskum billard er jøvn, og tí mátti eisini ein av okkara allarbestu spælarum, Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag lúta móti hørðu mótstøðuni í undankappingini. Eisini tveir so frægir spælarar sum Jógvan Jørgensen og Max Rasmussen vóru við undirlutan tá avtornaði.
Finaluumfarið byrjar fríggjamorgunin. Semifinalur og endaligi finaludysturin verða leygardagin. Aftaná steypahandan verður aðalfundur í Billardsambandinum. Formaður í løtuni er Markus Olsen frá Skálafjarðar Billardfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald