2021-07-27 19:48
Í løtuni fyrireika liðini í bestu føroysku hondbóltsdeildunum seg til kappingarárið 2021/2022, ið fer í gongd í heyst.
Sum vanligt verður møguleiki at síggja tvey av liðunum spæla á ólavsøku. Klassikarin í føroysum manshondbólti verður á skránni í morgin.
Bestu mansliðini hjá Kyndli og VÍF hittast í høllini á Hálsi ólavsøkuaftan. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.
Vestmenningar vunnu meistaraheitið í vár - Kyndil endaði aftast í Burn-deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald