Fótbóltur

Klettskarð skrivað undir í Italia

Páll Klettskarð varð í dag kunngjørdur sum nýggjur spælari hjá italska fótbóltsliðnum US Breno.

(Mynd: US Breno)

(Mynd: US Breno)

2018-10-31 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

US Breno hevði í dag tíðindafund í sambandi við at italska felagið hevur skrivað undir við Páll Andrasson Klettskarð.

[object Object]

Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at Norðlýsið avdúkaði, at liðskiparin hjá klaksvíkingum og ein sera sjónligur leikari seinnu árini, fór til Italia at spæla í 5. bestu deildini har.

Sum skilst er sáttmálin við US Breno galdandi fram til kappingarnenda, sum er í mai.

Les eisini: Páll Klettskarð til Italia at spæla fótbólt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder