Jürgen Klopp gevst sum høvuðsvenjari í Liverpool aftaná hetta kappingarárið. Tað skrivar felagið á heimasíðuni í dag.
Týskarin kom til felagið í oktober 2015. Hann hevði annars sáttmála til 2026 leggur í samrøðu við Liverpool FC dent á, at hann framvegis elskar alt í felagnum, og at hann hevur hugsað seg væl um.
- Eg skilji væl, at hetta kemur óvart á nógv, tá tey hoyra tað fyri fyrstu ferð, men eg skal greiða frá tí, ella í øllum, førum gera eina roynd, sigur 56 ára gamli Jürgen Klopp.
- Tað er tí eg... hvussu skal eg siga tað... brenni út. Eg havi ongan trupulleika í løtuni. Eg havi vitað leingi, at eg fór at kunngera tað fyrr enn seinni, men eg havi tað gott í løtuni. Eg ásanni at eg ikki klári at gera arbeiði umaftur og umaftur og umaftur, sigur hann.
Til ber at síggja alla samrøðuna við Klopp um avgerðina niðanfyri:
Liverpool FC( (Youtube)
Í kappingarárinum 2019/20 førdi hann Liverpool á sigurskós tá felagið vann fyrsta meistaraheiti í 30 ár. Liverpool er eisini endað á 2. plássi tvær ferðir í teimum átta kappingarárinum undir Klopp higartil - í báðum førum eftir Manchester City og við yvir 90 stigum.
Liverpool hevur verið í trimum Champions League-finalum síðani 2018, og í 2019 tóku týskarin og lið hansara stóra steypið til Anfield aftur fyri sættu ferð. Sum heild hevur Liverpool vunnið næstan øll tey steyp, sum gjørligt hevur verið at fáa hendur á seinastu níggju árini: Samanlagt sjey kappingar og eina ferð hvørja. Í 2022 kom FA Cup í hús aftur fyri fyrstu ferð síðani 2006.
Jürgen Klopp var kunngjørdur í 2015. Hann fer at standa eftir sum ein av teimum stóru í Liverpool-søguni, og hevur hann veruliga ríkað enskan og evropeiskan fótbólt (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald