Annað

Knógvaðu Palestina

Føroyar vunnu tepran sigur á Palestina í triðja umfari á talvolympiaduni í Budapest í gjár.

Føroyska talvlandsliðið í dystinum móti Turkalandi fyrradagin. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi.

Føroyska talvlandsliðið í dystinum móti Turkalandi fyrradagin. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi.

2024-09-14 09:37 Author image
Innsent
placeholder

Sum væntandi var, gav mótstøðuliðið okkum dyggari mótstøðu enn rating og styrkismeting geva ábendingar um. Hóast internet og telda geva ungum spírum nýggjar møguleikar fyri venjing og sjálvlestri, eru møguleikarnir og ráðini fyri luttøku í kappingum í útlondum avmarkaðir.

Til endans sat Helgi Dam Ziska eftir við síðsta talvinum. Hann kundi tryggja Føroyum sigurin, vann hann, og tað eydnaðist eisini til endans.


Palestina (114) - Føroyar (66) 1½ - 2½
Mohamed Allam (2053) - GM Helgi Dam Ziska (2553) 0 - 1
Mohammed Seder (2116) - Høgni Egilstoft Nielsen (2379) 0 - 1
IM Christian Yunis (2220) - Rógvi Egilstoft (2278) 1 - 0
Ahmad Wahab Abdel (1995) - IM John Rødgaard ½ - ½


John Rødgaard sendi í gjár hesa frásøgnina:

Palestina er munandi framfarið, síðan vit seinast møttu teimum. Ljóðar tað sum ein skøvað pláta? Mótstøðumaður mín hevði 1995 í rating. Vit fluttu 31 leikir hvør. Leikirnir, sum mótstøðumaðurin sjálvur mátti finna uppá (nógv var teori) vóru alt leikir, sum teldan hevur í uppskoti sum teir bestu. Tá er ikki lætt at vinna.

Hetta mátti Helgi sjálvur sanna. Eg eri vísur í, at mótstøðumaðurin hevði greiðan fyrimun eitt skifti. Í tíðneyðini ætlaði hann at vera øgiliga snildur, men hevði tá forroknað seg. Game over!

Mótstøðumaður Høgna royndi seg í sera ivasomum frábrigdi í fronskum, sum eg sjálvur einki álit havi á. Høgni gjørdi sær tað ikki torførari enn neyðugt. Hann offraði mann, og so var frítt at fara inn í fíggindans land. Tá var vónleyst at verja seg móti skotríðunum.

Rógvi brendi seg av býttum fingramistaki at byrja við. Eg havi sjálvur verið í hansara støðu. Vantrúgvin mutlar tú fyri teg sjálvan, at hetta fær ikki verið satt. Men tíverri, soleiðis var. Tann besta finnan reyk, og eftir tað stóð støðan ikki at bjarga.

Í leikhøllini í dag stóðu fýra stórar hurðar víðopnar út móti uttandura nátthúsvognunum. Gjósturin var so nógvur, at eg sat kaldur og telvaði. Ússaligur var eg framman undan, so komandi dagarnar mugu ungu menninir manna liðið. Og tað klára teir saktans.

Rumenia næst

Mótstøðan verður krútsterk í fjórða umfari í dag. Tá møta vit Rumenia, sum er styrkismett nummar 18. Allir eru stórmeistarar, og miðastyrkitalið er 2631. Rumenia vann fyrsta dystin 4 - 0 á Cap verde, síðani 2½ - 1½ móti Norðurmakedonia, men í gjár taptu teir 1½ - 2½ fyri Svøríki.

Hetta verður fjórði dysturin móti móti Rumenia í talv-OL. Vit taptu 4-0 bæði í 1972 og 1998, men í Novi Sad í Jugoslavia í 1990 endaði dysturin javnur 2 - 2. Tað var hildið at vera eitt hitt allarbesta einstaka úrslit hjá Føroyum yvirhøvur. Jens Chr. Hansen vann á triðja borði, Bogi Ziska tapti á øðrum borði, og á ávikavist fyrsta og fjórða borði telvaðu John Rødgaard og Torbjørn Thomsen remis.

Og so er eitt annað við dystinum í dag. Venjari hjá Rumenia er Ivan Sokolov. Í 90-unum var bosniski stórtelvarin fleiri ferðir í Føroyum, eitt skifti virkaði hann sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag. Á seinastu talvolympiaduni í India í 2022 stóð hann á odda fyri liðnum hjá Usbekistan, sum púra óvæntað vann gull. Eftir tað játtaði hann at stjórna føroyska landsliðnum, men tað samstarvið endaði longu áðrenn venjingarnar av álvara vóru komnar í gongd. Nú er hann í staðin venjari hjá Rumenia.

Talvsamband Føroya



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder