HSF: Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina í dag. Úrslitið gjørdist 34-10, eftir hálvleiksstøðuna 18-4.
Javnleikurin móti Norðurmakedonia í gjár merkir, at málúrtøka kann blíva avgerandi í bólkaspælinum, og tískil ráddi um hjá føroyska liðnum, at vinna so nógv sum gjørligt móti Bosnia Hersegovina í dag, sum er eitt av veikaru liðunum í kappingini.
Eftir eina heldur trilvandi byrjan setti føroyska liðið seg av álvara á dystin. Jana Mittún var berandi í álopspartinum og saman við vengrunum Brynhild Pálsdóttir og Rannvá Olsen, gjørdu tær nógv mál í fyrra hálvleiki. Serliga í seinna parti av fyrra hálvleiki stóð verjan sera stinn saman við málverjanum Rakul Wardum, sum heilt stongdi máli í meira enn 20 minuttir.
Hálvleiksstøðan var 18-4 og snúði dysturin seg nú um, at halda høvdið kalt og fáa so nógv mál sum gjørligt. Hetta eydnaðist fyri tað mesta og øktu okkara um leiðsluna við 10 málum í seinna hálvleiki.
Hin dysturin í bólkinum verður leiktur kl. 19.30, tá spæla Norðurmakedonia og Holland.
Føroyar møta Hollandi í morgin, hósdagin, kl. 17.00, tá bólkaspælið verður avgjørt. Nr. 1 og 2 í bólkinum koma víðari til hálvfinalurnar í kappingini. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.
Besti føroyski leikari í dystinum var kosin málverjin Rakul Wardum, sum stóð allan dystin og einans lat 10 mál inn.
Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 6-3
15 min. 8-4
25 min. 13-4
30 min. 18-4
35 min. 21-4
40 min. 23-7
45 min. 26-7
50 min. 26-7
55 min. 31-8
60 min. 34-10
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 12
Brynhild Pálsdóttir 5
Rannvá Olsen 4
Frida Holm Jacobsen 4
Hervør Niclasen 2
Lea Símunardóttir Lisberg 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Natasja Hammer 1
Lea Mortensen Mørk 1
Karin Kruse Mørkøre 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald