Annað

Knút og Kári settu nýtt met

Um vikuskiftið varð triðju og næstseinasta Safari uttandurakappingin avgreidd í Havnardali.

Kappingina V1 vunnu hesi: Knút Lützen, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Óluva á Lofti. Knút setti met við samlaða karakterinum 7,07 í innleiðandi kappingini, og hetta er hægsti karakterur nakrantíð í V1, innleiðandi

Kappingina V1 vunnu hesi: Knút Lützen, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Óluva á Lofti. Knút setti met við samlaða karakterinum 7,07 í innleiðandi kappingini, og hetta er hægsti karakterur nakrantíð í V1, innleiðandi

2023-06-26 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meðan tað var so tjúkt í mjørka fríggjakvøldið, tá innleiðandi kappingin var, at dómarar og áskoðarar høvdu ilt við at síggja rossini, so vísti veðrið seg frá eini frálíkari síðu leygardagin, tá finalurnar í triðju og næstseinastu Safari uttandurakappingini í summar vórðu avgreiddar í Havnardali.

Stutt millum kappingarnar
Stutt er millum Safari FM-kappingarnar hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í summar.

Onnur kappingin var fyri bert 14 døgum síðani – og í vikuskiftinum var longu kapping aftur, tann triðja í røðini.

Fjórða og seinasta Safari FM-uttandurakappingin verður um 14 dagar – og síðani sleppa rossini út á væl uppiborið beiti, meðan reiðfólkini mugu finna uppá okkurt annað at gera enn at venja og "rossast" í tímavís hvønn dag.

Góðir dagar hjá Knúti og Kára
Umframt at vinna V1, vann Knút á hestinum, Kára, eisini tøltkappingina T1. Í T1 fekk hann tó harða kapping frá Ragnheiður á hestinum, Huga.

Knút gjørdist nr. 1 við karakterinum 7,77, meðan Ragnheiður kom heilt uppá 7,55, so har var stutt ímillum.

Ragnheiður og Hugi høvdu eisini ein sera góðan dag – tey gjørdust nevniliga eisini nr. 2 í V1.

Nýggja breytin roynist stak væl
Staðfestast kundi enn einaferð, at nýggja breytin roynist stak væl. Fleiri met eru longu sett á breytini, síðan hon bleiv tikin í nýtslu fyri stuttari tíð síðani.

Umstøðurnar hjá reiðfólkum eru blivnar munandi betri, nú breytin er formað og slættað og gott tilfar er lagt á hana. Eisini miðjan á ringinum er slættað, og gott undirlag lagt á, so nú er lagamanni at venja undir frálíku umstøðunum.

Fleiri venja fram ímóti at fara uttanlands at kappast, so góðar venjingarumstøður eru alneyðugar.

Spennandi fimmgongd
Í greinini F1, sum er fimmgongd, har øll fimm gonguløgini skulu vísast: fet, trav, tølt, lop og skeið, vóru 4 ross við hesa ferð.

Tað er altíð spennandi at síggja serliga skeiðið, tí har krevst, at rúttarin er øðiliga neyvur, tá hann "leggur" rossið í skeið, sum tað eitur. Tað má ikki vera ov tíðliga og ikki ov seint, tí skeiðað verður bert einar 60 metrar. Hvørt par fær 3 møguleikar – 3 sprettir – at fáa skeiðið at rigga. Karakterirnir fyri tveir teir bestu sprettirnar verða lagdir saman og býttir við tvey – hetta gevur endaliga karakterin.


Úrslitini í triðju Safari uttandura kappingini á ár, gjørdust hesi:

T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

T7
Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 2 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg
Nr. 3 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði

F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II
Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir og Rambó frá Hellu

V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Helena Dahl Thomsen og Ömmu-Jarpur frá Miklholti

V3
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Prinsessa frá Tindsgarði
Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi
Nr. 3 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðholtshjálegu

V5
Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Lítlu-Tungu
Nr. 2 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum
Nr. 3 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3

Samreiðssteypið vann Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, og Sedea B. Nolsøe vann røktarsteypið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder