Hondbóltur

København knívin á barkanum

Pernille Brandenborg og tær vóru eina góða løtu á odda í fyrstu DM-hálvfinaluni, men Esbjerg vísti styrki í 2. hálvleiki. Nú er ein sigur eitt krav í Keypmannahavn leygardagin.

Pernille Brandenborg spældi væl í sínari fyrstu DM-hálvfinalu við millum annað fýra málum og tveimum vunnum brotskøstum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg spældi væl í sínari fyrstu DM-hálvfinalu við millum annað fýra málum og tveimum vunnum brotskøstum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-21 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg og København fingu av álvara fatur á tingunum, sum fyrri hálvleikur leið í fyrstu hálvfinaluni Esbjerg. Í verjuni vórðu føroyski landsliðsprofilurin og hinar ágangandi og hugsavnaðar, og í álopinum gekst sum smurt.

Pernille spældi alla tíðina í miðverjuni og kom inn í álopið nakað inn í dystin. Samanlagt gekst tað væl frammanfyri málinum: Fýra mál uppá fimm skot, har tað fimta skotið var heilt nær við at sníkja seg inn um strikuna - tað burdi helst eisini verið dømt brotskast.

Føroyski landsliðsliðskiparin vann annars tvey brotskøst fyri København, sum óvæntað var á odda 16-15 í steðginum.

Smala leiðslan helt eisini nakrar minuttir inn í 2. hálvleik, men so byrjaðu brendu skotini og mistøkini veruliga at koma. Henny Reistad hevði ikki ein góðan dyst, men Team Esbjerg fekk álopsspælið at koyra, meðan Pernille og tær mistu takið.

Munurin øktist so líðandi, og tað endaði 34-27 til favorittarnar.

Málmunurin hevur einki at siga, men við úrslitinum er greitt, at København noyðist at vinna hálvfinalu nummar tvey á Frederiksberg leygardagin seinnapartin. Eydnast tað ikki, so verður eingin hálvfinala nummar trý, og so er árið hjá felagnum av - og tíðin hjá millum annað Pernille Brandenborg har eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder