Erik Ernesto Nielsen, ið hevur drúgva fortíð í føroyskum fótbólti, hevur síðani venjarin hjá Kolding Anders Jensen bleiv uppsagdur, havt ábyrgdina av Kolding IF í næstbestu donsku deildini.
Les meira:
Erik Ernesto Nielsen skal standa á odda fyri Kolding
Erik Ernesto Nielsen longt sáttmálan við Kolding
Í dag skuldi hann so fyri fyrstu ferð standa á odda fyri liðinum í dysti. Tann royndin eydnaðis væl, tá teir vunnu 0-2 á útivølli móti Skive. Tað var Rune Nautrup, ið skoraði bæði málini fyri Kolding. Tað fyrsta eftir tólv minuttir, og tað seinna í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.
Hetta var seinasti dysturin hjá Kolding undan vetrarsteðginum. Kolding liggur á fjórða plássi í næstbestu deildini.
Kolding IF leitar framvegis eftir einum høvuðsvenjara, ið skal standa á odda fyri liðinum í seinnu hálvu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald