Hondbóltur

Kollfirðingar hava knívin á barkanum

Um H71 eisini vinnur finalu nummar tvey, so kunnu hoyvíkingar avgera alt á heimavølli leygarkvøldið. Fyrsta bríksl í Kollafirði í kvøld verður klokkan 19.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-04-06 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var sum so eingin ivi í finalu nummar eitt: Hoyvíkingar vóru ógvuliga stinnir í verjupartinum, tryggir í álopsspælinum og vunnu við tíggju málum.

Í Kollafirði hava teir ikki havt langa tíð at vera vónbrotnir eftir tíggju-máls tapið í Hoyvík sunnudagin. Finala nummar tvey er á skránni í kvøld, og nú hava teir reyðkløddu heimavøll og trúføstu áskoðararnir í rygginum. 

KÍF skal gera nógv meira rætt, í mun til í fyrstu finaluni, fyri at koppa sterku hoyvíkingunum, har tað er ein blanding av leikarum, ið ofta hava spælt slíkar finalur og av ungum og ógvuliga evnaríkum leikarum, ið mestum ikki eru vanir við annað enn at vinna finalur í ungdómshondbólti.

Triðja finalan verður í Hoyvík leygarkvøldið, og teir í H71-leguni eru helst ógvuliga uppsettir uppá at avgera alt áðrenn landsliðssteðgin. Trýstið er á KÍF beint nú; um tað eydnast at koma upp á 1-1 nú, so er tað jú púra opið - um ikki so sær tað ógvuliga tungt út.

Mikudagin 6. apríl
FM-finala 2 kl. 19.00 KÍF – H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder