Hondbóltur

Kollfirðingar vunnu triðju hálvfinaluna greitt og hava tryggjað sær finalupláss

Eingin ivi í Ítróttarhøllini í Kollafirði í kvøld. KÍF vunnu ímóti vestmenningum við 8 málum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-31 21:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða H71 og KÍF sum fara at spæla FM-finalurnar. Kollfirðingar vunnu í kvøld triðju og avgerandi hálvfinaluna ímóti VÍF. Úrslitið gjørdist 30-22 til KÍF.

Og eftir tvær spennandi hálvfinalur seinastu dagarnar varð dysturin í kvøld avgjørdur longu fyrra hálvleiki. Vestmenningar uttan Filip Jojic høvdu trupult við at fáa mál meðan alt riggaði hjá kollfirðingum.

Sunnudagin klokkan 16 verður fyrsta FM-finalan millum H71 og KÍF, og tað verður í Hoyvíkshøllini.

1. hálvfinala 24. mars
KÍF - VÍF 26-27 (11-15)

2. hálvfinala 27. mars
VÍF - KÍF 32-34 eftir longda leiktíð (18-18 | 29-29)

3. hálvfinala 31. mars
KÍF - VÍF 30-22 (19-11)

(Vit hava fleiri myndir frá fagnaðinum í Kollafirði um eina løtu)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder