2022-06-29 08:50
Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen settu sær fyri at súkkla til allar bygdir upp á 48 tímar.
Tað hava teir gjørt, og um lítla løtu koyra teir niðan á Vaglið.
Tá hava teir súkklað umleið 610 kilometrar og vitjað 108 bygdir.
Lagt var fyri í Sumba mánamorgunin klokkan 9, og nú, 48 tímar seinni, verður súkklað í Havn.
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald