Fótbóltur

Komnir til Ísrael

Maccabi Haifa er mótstøðuliðið hjá HB hósdagin í Conference League. HB-hópurin kom til Ísrael í dag.

(Mynd: Havnar Bótlfelag)

(Mynd: Havnar Bótlfelag)

2021-08-03 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB hópurin er lendur í Tel Aviv, og fer nú undir seinastu fyrireikingarnar áðrenn Europa League Conference League-dystin hóskvøldið.

Dysturin verður ímóti Maccabi Haifa á Sammy Ofer leikvøllinum í býnum Haifa, sum er triðstørsti býurin í Ísrael við 281.000 íbúgvum.

Seinni dysturin verður í Gundadali hósdagin í næstu viku.

[object Object]Glaðir HB'arar í Montenegro fyri viku síðani, tá teir vunnu seg víðari í Conference League eftir samanlagdan 6-0 sigur móti Buducnost Podgorica (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Dysturin millum Maccabi Haifa og HB byrjar klokkan 18 hóskvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder