Fótbóltur

Kompany gevst í City

Belgiarin hevur verið ímyndin av viðgongdini hjá Manchester City seinastu árini.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-19 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Belgiski landsliðsbakkurin, 33 ára gamli Vincent Kompany, gevst nú í enska meistarafelagnum Manchester City eftir at hava spælt við felagnum í 11 ár – tey flestu sum liðskipari.

Nú gongur sáttmálin hjá sterka bakkinum út. Leingi hevur verið lagt upp til, at sáttmálin skuldi leingjast, men nú boðar heimasíðan hjá Manchester City frá, at Kompany sigur farvæl við felagið.

- Sheik Mansour (eigarin, red.) hevur broytt mítt lív og lívið hjá City-fjepparum kring allan heim, og eg eri æviga takksamur, skrivar Kompany millum annað í skilnaðarkvøðu síni á Facebook.

Kompany er skrásettur fyri 360 dystir og 20 mál í City-troyggjuni.

Sigast má, at Kompany leggur frá sær við manér. Í gjár vann Manchester City FA-steypakappingina við hólva Watford av 6-0. Farna vikuskifti gjørdist City enskur meistari, og fyrr í ár vann liðið eisini hina steypakappingina EFL-Cup, og gjørdist sostatt fyrsta enska liðið, ið vann ”The Domestic Treble”.

Les eisini: City skræddi Watford sundur í finaluni 

[object Object]
(Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder