Annað

Kring Føroyar nærkast - Fantastiskt at fingið 50 luttakarar

Gunnar Dahl-Olsen lýsir Kring Føroyar sum eitt Tour De France i væl minni formati.

Gunnar Dahl-Olsen, ið sæst mitt í myndini, er saman við øðrum fult í gongd at fyrireika ársins Kring Føroyar kapping
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Gunnar Dahl-Olsen, ið sæst mitt í myndini, er saman við øðrum fult í gongd at fyrireika ársins Kring Føroyar kapping (Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-07-09 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árliga Kring Føroyar súkklikappingin verður hildin í døgunum 18 – 22 juli. Gunnar Dahl-Olsen er ein av veteranunum innan súkkling í Føroyum, og hann er ein av fyriskiparunum av kappingini. Gunnar greiðir frá, at talan er um eina kapping, ið á ein hátt minnir um størstu súkklikapping í heiminum, Tour De France, sum júst er farin í gongd. Tó er formati nakað minni:  

- Talan er um eina etapukapping, har tað verður súkklað fleiri dagar á rað, og úrslitið so verður talt upp samanlagt. Fremsti súkklarin hevur so eina føraratroyggju uppiá, so tað ber til at fylgja við. Uppá tann mátan líkist hetta Tour de France. Vit plaga at siga, at tað er bara 10 ferðir minni; also 300 km  í mun til 3000 km. Í ár fara vit tó at royna at koma uppá 500 km.

Gunnar Dahl-Olsen sigur, at tað eru tvær ætlanir í mun til seinasta teinin, men at tað í øllum førum verður endað í Havn. Tað verður koyrt í ymiskum bólkum:

- Vit byrja mikudag við teininum Gásadalur – Klaksvík og enda sunnudag í Havn. Í fjør endaðu vit FM inni í Havn, har áskoðarar fylgdu við o.s.fr. Hetta eydnaðist sera væl, og ætlanin er at endurtaka hetta. Plan A er at súkkla ein tein frá Oyggjavegunum – Saksun og so enda í Havn. Plan B er at súkkla inni í býnum, men har noyðast vit at fáa kommunu, løgreglu o.a við. Vit hava fleiri bólkar útyvir opna bólkin; Unglingar, kvinnur og motiónsbólkurin, har t.d. nakrir Rynkeby-súkklarar eru við. Har er teinurin helvtina av honum, sum vit í opna bólkinum súkkla.

Gunnar staðfestir, at tað krevur nógva fyrireiking, at skipa fyri slíkari kapping:

- Vit eru ein bólkur; ið er nevndin í Tórshavnar Súkklufelag, sum skipar fyri kappingini. So er tað ein lítil bólkur, har millum annað Torkil Veyhe er við í . Hann situr í Danmark, men kemur við nógvum góðum íkasti; hann fæst jú við súkkling allatíðina. So er tað til dømis Kristian Martin Joensen, sum vit kenna frá svimjing og hondbólti. Hann er høvuðsdómari í kappingini, og eisini við í fyrireikingarbólkinum.

- Vit royna at koma kring landið, og leggja kappingina væl eftir, nær teinarnir byrja og enda, so at tað ikki kemur til dømis ferðsluproppur í. Hetta burdi ikki verið nakrar trupulleiki. Eisini royna vit at syrgja fyri, at ymisku bólkarnir koma á mál í senn. 

Tað er ikki greitt enn, hvussu nógvir súkklarar fara at luttaka í Kring Føroyar í ár: 

- Tað er ikki nakað endaligt luttakaratal enn. Tað er møguleiki at melda seg til, heilt til kappingin byrjar. Við súkkling í Føroyum er tað so, at tað ikki eru nóg nógvar kreftir til at skipa fyri kappingini seinastu árini. Tað eru súkklararnir, sum skipa fyri sjálvur. So vit hava verið noyddir at avlýsa alment okkurt árið; t.d. í fjør tá vit ongan dómara høvdu. . Kappingin bleiv tó hildin, men bara sum eina styttri kapping, og bara í tríggjar dagar Um vit høvdu fingið 50 súkklarar, so hevði tað verið fantastiskt. 20-30 hevði eisini verið gott. Undanfarnu ár hava útlendskir súkklarar melda til, og í ár verða Hetland og Orkney í øllum førum umboða. Vónandi koma danir og íslendingar eisini.

Kring Føroyar byrjar um níggju dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder