Fótbóltur

Kringvarpið vísir eitt avmarkað tal av EM-dystum

Nakrir av dystunum í EM-endaspælinum í Týsklandi verða vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sum samsendir við DR.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-14 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ein avmarkaður dekningur av EM í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í summar.

Avtala er gjørd við Danmarks Radio um at senda teir dystirnar, ið verða vístir á høvuðsrásini hjá DR. Dystirnir verða sendir í sjónvarpinum og á kvf.fo.

Dystir sum verða vístir um vikuskiftið eru til dømis Slovenia-Danmark og Serbia-England sunnukvøldið, men byrjunardysturin millum vertirnar Týskland og Skotland í kvøld verður ikki vístur í almenna Kringvarpinum. Hann sæst hjá TV2.

EM-tíðindi í útvarpinum
Eins og onnur ár fer Kringvarpið at hava reglulig EM-tíðindi eftir høvuðstíðindasendingina í útvarpinum kl. 12.20 og um vikuskiftið. Tað er Suni Merkistein, sum fer at hava EM-tíðindini í útvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder