Annað

Kristian Joensen: Vit skulu spæla upp til okkara besta

Málverjin hjá KÍ sigur, at har eru nøkur góð ting at taka við frá dystunum ímóti Birkirkara.

Kristian Joensen og hansara liðfelagir í KÍ fyrireika seg nú til torføru uppgávuna ímóti Zalgiris Vilnius
(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Kristian Joensen og hansara liðfelagir í KÍ fyrireika seg nú til torføru uppgávuna ímóti Zalgiris Vilnius (Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

2018-07-09 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevði seinnapartin í gjár venjing á Djúpumýru sum liður í fyrireikingunum til fyrra dystin ímóti Zalgiris Vilnius í 1.undanumfarinum í Europa League. Eftir venjingina fingu vit orðið á málverjan hjá KÍ, Kristian Joensen. Hann sigur, at hóast KÍ spældi ein harðan dyst hóskvøldið, so er hópurin væl fyri:

- Tað sær gott út. Vit hava restituera væl, so vit eru væl fyri og klárir til uppgávuna týskvøldið.

Mótstøðuliðið hjá KÍ hevur havt nógv viðrák í Litava seinastu árini. Zalgiris Vilnius endaði nummar tvey farna kappingarár. Tey fýra undanfarnu árini vann liðið The Double, og hevði millum annað seks steypasigrar á rað frá 2011 og fram. Sostatt er tað eitt, í nýggjari tíð, nógv vinnandi lið, sum KÍ kemur at spæla móti. Og Kristian er varugur við at støðið er hækkandi:

- Hetta liðið ein ella tveir klassar betri enn Birkirkara. So vit skulu tí til at spæla okkara besta dyst og kanska eitt sindur afturat. Vit hava íhvussu ein kjans undan dystinum, men tað krevur at vit spæla ein sera góðan dyst.

KÍ skrivaði søgu hóskvøldið í Gundadali. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins varð víðari luttøka í Evropa tryggjað. 25-ára gamli málverjin sigur, at KÍ kann taka nakrar jaligar tendinsir við frá uppgerðunum ímóti maltesiska liðinum:   

- Tað eru sjálvandi nøkur ting, ið vit kunnu taka við til hendan dystin. Tann defensiva organisatiónin; hana kunnu vit íhvussu er brúka aftur. Og viljin at vinna næstu bóltar og tað sum har til hoyrir. Vit eru noyddir til at vera vælskipaðir, tá vit møta so góðari mótstøðu. Og tað at vit leggja nógv fyri í nærdystunum o.s.fr.

KÍ hevur heimavøll fyrst, og sambært Kristiani so er ein av lyklunum at málið verður hildið reint, so litavar einki útivallarmál fáa við heim.

- Tað er sjálvandi gott, um teir ikki fáa nakað mál; also eitt útivallarmál.  So alt frá 0-0 og tað sum er til okkara fyrimuns, tað vildi verið sera gott.

1136 áskoðarar; tað var almenna áskoaðaratalið í Gundadali hókvøldið. Kristian Joensen sigur til seinast, at tað kann sannliga geva nakað eyka, um Kí aftur fær frálíkan uppbakning týskvøldið:

- Hóskvøldið var tað fantastiskur stuðul til okkara. Og tað gevur heilt sikkurt tey síðstu 5-10 prosentini, sum man hevur brúk fyri í slíkum dysti.

Fyrsta bríksl í Gundadali týsdagin er klokkan 17.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder