Annað

Kristian Sune ruddaði billardborðið enn einaferð

Tað eydnaðist enn einaferð einum klaksvíkingi at vinna fyrstu stóru billardkappingina í nýggja kappingarárinum..

2025-10-11 19:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir eina drúgva og spennandi kapping í føroyska billard “mekkaðinum” Klaksvík, kundi “The Grand Old Man” í føroyskum billardspæli, Kristian Sune Høgnesen, enn einaferð lyfta steypinum, sum á sinni varð givið fyri nettupp at heiðra fremstu føroysku billardsálina, Haldor Holm, sála.

[object Object]Kristian Sune Høgnesen, "The Grand Old Man" í føroyskum billard megnaði at taka allar á bóli, tá hann í dag vann stóru Haldor Holm kappingina. Her fær hann lógvabrest frá seinasta vinnaranum, Ólavi Kjølbro, sum hesaferð varð ov stuttur at røkka finaluplássinum. Myndir Ørvur Heinesen


Kristian Sune, sum er mest vinnandi føroyski billardspælarin gjøgnum tíðirnar, tók bæði havnarmenn, fuglfirðingar, suðringar og entá klaksvíkingar á bóli, tá hann megnaði at spæla seg fram til finaluna í Føroya mest virdu billardkapping, Haldor Holm Cup. Har møtti hann enn einum framúr góðum spælara úr Klaksvík, Urbanus Olsen, sum telist millum landsins bestu. Báðir hava teir verið føroyameistarar og vunnið Haldor Holm Cup.

[object Object]Kristian Sune Høgnesen nr. 1, Urbanus Olsen, nr. 2 og Bjarni Skaalum nr. 3 í Haldur Holm Cup. 


Tað varð eingin lættur vegur at røkka so langt sum til finaluni í hesi fyrstu billardkappingini, nú flestu av landsins bestu spælarum vóru við, teirra millum ein av billardstørnunum í landinum, Ólavur Kjølbro, sum eisini vann seinastu Haldor Holm kappingina. Hann mátti ásanna, at ikki altíð gongur sum vónað og ætlað, tá  ein av gomlu billardveteranunum, Max Rasmussen av Tvøroyri, gjørdi bart og vann á Ólavi. Hann var tó ikki einsamallur ikki at koma víðari í kappingini. Eisini aðrir góðir spælarar vóru ov stuttir til at røkka finaluplássunum, teirra millum Jógvan Jørgensen, Per Hansen, Niels Sørensen og  Bjarni Skaalum fyri bert at nevna nakrar.

Um nýggjasta Haldor Holm Cup meistaran er at siga, at hann er mest vinnandi FM meistarin í billard bæði innan staklinga og liðkappingar. Tað eru umleið 20 ár síðani, at hann vann Haldor Holm Cup, og tí er sigurin í dag so mikið nógv størri. Knotur eru í hesum føroyska billardspælaranum framvegis. Spennandi verður at fylgja honum og øllum hansara kappingarneytum til FM í billard komandi mánaðirnar.

[object Object]Ólavur Kjølbro í rætta essinum, men ikki í rætta stoytinum hesaferð.

At tveir klaksvíkingar koma í finaluna í ársins fyrstu billardkapping er stórt, ikki minst tá hugsað verður um, at stórspælarin Ólavur Kjølbro ikki megnaði at røkka finaluplássunum hesaferð. Vit kunnu í hvussu er gera ta niðurstøðu frá hesi landsins fyrstu billardkapping, at tað fer at verða lagt stórt trýst á billardspælararnar í Klaksvík úr øllum herðashornum í landinum, sum tevja bæði gull, silvur og bronsu.

[object Object]Nervøsiteturin var stórur bæði hjá undanfarna vinnaranum og komandi. . [object Object]Bjarni Skaalum úr Fuglafjarðar Billardfelag vísti framúrgott spæl og fara vit at síggja nógv til hann í FM kappingini komandi. 

[object Object]Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag varð so heppin at sleppa til Klaksvíkar og prógvaði sínar billarddygdir við at vinna á Ólavi Kjølbro tríggjar ferðir á rað. Hetta varð tó ikki nóg mikið til at koma í finaluna. 

[object Object]Eftir kappingina fóru menn at endurtaka aldarinnar billardstoyt, tá Ólavur Kjølbro vísti eitt av kynstrum sínum her fyri nýggja vinnaranum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Úrslitini í sera hugnaligu hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag í dag boða frá góðum, frá einum bæði spennandi og hugaligum billardumhvørvi. Komandi vikuskiftið byrjar liðkappingin í billard.

[object Object]Nakrir av luttakarunum til Haldor Holm Cup 2025

[object Object]Køir, kúlur og keylur kjarnan í billardspælinum. Men grønt umhvørvi og reinsemi eisini altavgerandi í billardítróttini. 

[object Object]Tað var við manér, at nýggi Haldor Holm Cup meistarin takkaði luttakarunum fyri enn einaferð at leggja leiðina til føroyska billardmekkaið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder