Fótbóltur

Kristin Dam Ziska nýggjur aðalskrivari í FSF

Ein samd starvsnevnd hevur avgjørt at seta Kristin Dam Ziska í starv sum aðalskrivara hjá Fótbóltssambandi Føroya.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-20 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður Kristin Dam Ziska, ið tekur við starvinum sum aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta varð avgjørt á starvsnevndarfundi hjá FSF fríggjadagin, tá ein samd starvsnevnd tók undir við tilmælinum hjá setanarbólkinum.

– Hetta er ein ótrúliga spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg við gleði og ágrýtni nú fari undir. Saman við feløgunum ynskja vit áhaldandi at betra og menna føroyskan fótbólt fyri at røkka okkara felags málum, sigur Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Kristin Dam Ziska er 38 ára gamal. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur seinastu 12 árini verið varaaðalskrivari í FSF.

– Ein av fyrstu uppgávunum verður at dagføra bygnaðin fyri Fótbóltssamband Føroya, so hesin er samsvarandi tørvinum hjá føroyskum fótbólti, sum hevur verið undir stórari menning seinastu árini, sigur nýggi aðalskrivarin.

Kristin Dam Ziska tekur við starvinum sum aðalskrivari beinanvegin. 18 umsóknir vóru til starvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder