Annað

Kroatia vann aftur eftir brotssparkskapping

Tað var brotssparksdrama í Sochi í kvøld, tá vertirnir vórðu slignir út.

2018-07-07 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skuldi meira enn 90 minuttir til, og meira enn 120 minuttir til, fyri at avgera seinastu fjórðingsfinaluna. Russland og Kroatia spældu ein inntensan og sera spennandi dyst í Sochi, har tað endaði við, at kroatisku favorittarnir vóru omaná

Russland spældi sera verjukent í áttandapartsfinaluni ímóti Spania. Vertirnir søktu meira at í kvøld, men kroatar høvdu bóltin væl meira, og russarar stóðu ofta djúpt og sera kompakt.

Tað var Russland, sum legði seg á odda við einum dreymamálið, tá hálvur tími var leiktur.  Denis Cheryshev spældi bandaspæl við Artem Dzuba, vinstrabeinti leikarin tók eitt gott trekk, og smekkaði til úr 25 metrum. Cheryshev rakti bóltin frálíka væl og gróthart, og  Danjiel Subasic hevði ongan møguleika. Tað tók tó ikki leingi til Kroatia svaraði aftur. Nakrar skjótar og góðar alveringar splittaðu russiska liðið, og so kundi Mario Mandzukic leggja bóltin  inn í pannuna á Andrea Kramaric.

1-1 í hálvleikinum og hóast nakrar møguleikar báðar vegir í 2.hálvleiki, so skuldi longd leiktíð til fyri at avgera dystin.

Har vóur kroatar betri frá byrjan, og eftir 101 minuttir kom eitt hornaspark úr høgru. Verjuleikarin Vida fekk høvdið á bóltin, og hann sníkti seg inn um stólpan. Talan var um fyrsta málið, ið er skorað í longdari leiktíð í hesum endaspælinum. Russland vildi tó ikki leggja seg, og spældi frálíkt seinastu 20 minuttirnar har kroatar komu undir trýst. Í 115 minutti fekk Russland fríspark beint uttanfyri brotsteigin til høgru. Innskifti Alan Dzagoev legði ein frálíkan bólt innfyri, og har fekk Mario Fernandes høvdið á hann. 2-2 og so fóru liðini til brotsspørk – annar dysturin á rað at bæði liðini spældu 120 minuttir og endaðu í brotssparkskapping.

Eins og ímóti Danmark so avgjørdi Ivan Rakitic við seinasta sparkinum, har Barcelona-leikarin aftur var sera tryggur. Russarar brendu tvey, meðan Igor Akinfeev hesaferð bert fekk fatur á einum skotið. Russland fellur við æru og eftir hart stríð, meðan Kroatia aftur spælir eg víðari eftir 120 minuttir og brotssparkskapping. Nú er Ongland á skránni hjá frálíka Luka Modric og co. Fyri aðru ferð er landið víðari til hálvfinaluna í HM. Fyrru ferð var fyri 20 árum síðani

Russland - Kroatia 2-2(1-1) 5-6 eftir brotssparkskapping

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder