KÍ hevur longt við 34 ára gamla danan, sum verður í bláum til kappingarenda í 2022
Claes Philip Kronberg, sum kom til KÍ undan hesum kappingarárinum hevur nú longt við oddaliðið
34 ára gamli danin hevur í ár spælt 13 dystir fyri KÍ, og er skrásettur fyri 3 mál og 6 upplegg.
Claes Philip Kronborg og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari (Mynd: KÍ)
KÍ skal næstu dagarnar royna seg í Conference League.
Seinastu fyrireikingarnar vórðu gjørdar í kvøld, tá KÍ hevði venjing í Føroyum áðrenn dystin á útivølli hósdagin ímóti RFS í Lettlandi.
Norðlýsið skrivar, at leikararnir vórðu koronukannaðir aftaná venjingina í kvøld, og úrslitið er galdandi restina av vikuni. Tað merkir, at tað ikki verður neyðugt við fleiri kanningum áðrenn dystin.
Fyrrapartin í morgin fer KÍ-hópurin av landinum.
Dysturin ímóti RFS verður leiktur hósdagin klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald