Í kvøld verða fyrstu finalurnar leiktar hjá kvinnum og monnum í kurvabólti. Finalurnar verða leiktar sum best av trimum dystum, so lagt er upp til nakrar heilt spennandi dystir.
Hjá monnunum má Hamar átaka sær leiklutin sum favorittar. Hamar hevur vunnið allar sínar innleiðandi dystir, og er eisini verandi føroyameistarar. Avbjóðarin hjá havnarmonnum er Hávur úr Klaksvík. Hávur vann á Ravni av Toftum í hálvfinaluni – tveir sera javnir og vælleiktir dystir.
Mansfinalan byrjar klokkan 20, og verður leikt í høllini á Argjahamri.
Kappingin hjá kvinnunum hevur verið sera jøvn í ár – serliga hava tað verið Sporðdrekin og Hamar, sum hava stríðst um fyrsta plássið í undankappingini. Tá alt kom til alt, vóru tað føroyameistarnir úr Sporðdrekanum, sum drógu longra stráðið og vunnu sær beinleiðis pláss í finaluni.
Hamar skuldi í hálvfinaluni spæla móti Hávi. Hetta blivu eisini til tveir sera spennandi dystir, men Hamar vísti at tær vóru stinnari enn Hávur, og tryggjaðu sær harvið enn eina finalu móti grannunum. Kvinnufinalan byrjar klokkan 18, og verður eisini leikt í høllini á Argjahamri.
Tað er ókeypis atgongd til báðar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald