Oyggjaleikir 2019

Kurvabóltur: Føroyar taptu tepurt á Jersey

Jersey vann dystin 79-74.

2019-07-07 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska landsliðið í kurvabólti var millum tey fyrstu, sum skuldi royna seg á oyggjaleikunum í dag.

Klokkan 10.15 í morgun byrjaði dysturin móti Jersey.

Og sigast má, at hóast Føroyar taptu, so komu føroysku kurvabóltsdreingirnir væl frá byrjan.

Kurvabóltur er lutfalsliga nýggj ítróttagrein í Føroyum, og tí hava føroysku menninir eisini tapt allar dystirnar á oyggjaleikum higartil – summir teirra við stórum málmuni.

Men so er ikki longur. Føroyingar góvu Jersey dygga mótstøðu – lógu á odda stóran part av dystinum móti Jersey. Men at enda vóru hinir stinnari og vunnu við fýra stigum.

Føroyar spæla aftur í annaðkvøld, tá Guernsey er mótstøðulið. Fjórða liðið í innleiðandi bólkinum er Saaremaa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder