Annað

Kurvabóltur: Fríði í Geil Jensen nýggjur landsliðsvenjari

Kurvabóltssamband Føroya hevur sett Fríða í Geil Jensen í starv sum landsliðsvenajra hjá kvinnum. Fyrsta uppgávan hjá kvinnunum verður at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í 2023.

Fríði í Geil Jensen (Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)

Fríði í Geil Jensen (Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)

2022-10-28 07:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kurvabóltssamband Føroya hevur sett Fríða í Geil Jensen í starv sum landsliðsvenjara hjá kvinnum.

Hesum boðar sambandið frá.

Fríði í Geil Jensen er 32 ára gaml og hevur sjálvur umboðað landsliðið hjá monnum í fleiri ár.

Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulandsliðið verður tikið út, og fyrsta uppgávan verður at umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey næsta summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder