Annað

Kurvabóltur: Sporðdrekin best frá byrjan

Fyrstu dystirnir í FM finalunum í kurvabólti vóru leiktar leygardagin.

2023-04-23 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjá kvinnunum spæla Sporðdrekin og Hamar um FM-heitið og hjá monnunum eru tað Sporðdrekin og Ravnur sum spæla. Heilt fitt av fólki sum vóru komin at hyggja eftir dystunum á Argjahamri. Áskoðarar fingu eisini gott kurvabóltsspæla at síggja í báðum dystunum.

Til kvinnudystin má sigast, at Sporðdrekin er at rokna sum favorittur at vinna. Sporðdrekin lat heldur ongan iva verða í gjár, at tær ætla sær at endurvinna FM-heitið. Hamar var tó best frá byrjar og vóru á odda í byrjani. Sporðdrekin fekk fótað sær rímiliga tíðliga í næsta fjórðingi og koma á odda tá og øktu um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum.

Tá avtornaði vann Sporðdrekin fyrstu finaluna 46-23. Hóast greiðan sigur til Sporðdrekan var tað Maria Suma Poulsen hjá Hamar, sum gjørdist toppskorari við heili 16 stigum.

Í mansfinaluni hittast tey bæði liðini ið hava verið klárt tey sterkastu í grundspælinum, Sporðdrekin og Ravnur. Innanhýsis dystirnir millum Ravn og Sporðdrekan eru søguliga sera tættir og intensir dystir. Dysturin gjørdist tó ongantíð so øgiliga tættur, sum bæði vónað og væntað.

Ravnur fekk ein heldur keðiliga byrjan, har lyklaleikarar hjá teimum fingu feiltrupulleikar, sum hevur við sær, at teir máttu situ nógv uttanfyri sum útskiftarar. Sporðdrekin gjørdi sær dælt av støðuni og løgdu nógv fyri og fingu eina trivaliga leiðslu. Tað var serliga Sporðdreka leikarin Dánjal Hansen, sum skaraði framúr í dystinum við heili 30 stigum. Dysturin endaði við 56-29 sigri til Sporðdrekan.

Finalurnar í kurvabólti verða leiktar sum best av trimum. Úrslitini frá fyrstu dystunum hevur við sær, at Sporðdrekaliðini kunnu tryggja sær meistaraheitini fríggjakvøldið, tá næstu finalurnar verða leiktar úti á Argjahamri. Um tað er neyðugt við einum alt avgerðandi triðja dysti, so verður hann leiktur leygardagin.

Skráin fyri restini av finalunum:

Fríggjadagin 28/4. 2. Finaludystir

Kl 18.00 Kvinnur: Hamar - Sporðdrekin

Kl 20.00 Menn: Ravnur - Sporðdrekin


Um neyðugt, 3. og avgerðandi finaludystur leygardagin 29/4

Kl 12.00 Kvinnur: Sporðdrekin - Hamar

Kl 16.00 Menn: Sporðdrekin - Ravnur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder