Fótbóltur

Kvinnulandsliðið bjóðar til U9 venjing

Venjingin verður í Norðragøtu mikudagin klokkan 17. Hetta er í samband við fyrsta heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini,.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2023-09-15 11:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er niðurteljingin til fyrsta heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini av álvara byrjað. Kvinnulandsliðið tekur ímóti Montenegro fríggjakvøldið 22. september kl. 18.00, og í hesum sambandi vilja landsliðsspælararnir og venjaratoymið bjóða øllum U9 liðum (dreingjum og gentum) til eina stuttliga venjing saman við landsliðnum. 

U9 venjingin við landsliðnum verður á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu mikudagin 20. september kl. 17-18.

 Landsliðsspælararnir standa fyri venjingini og bjóða eisini børnunum ein gávuposa eftir venjiingina, umframt at møguleiki sjálvandi verður fyri autografum og myndum saman við landsliðsspælarunum.

Fyri at skipa venjingina so væl sum møguligt er neyðugt við tilmelding – hetta fer fram á leinkinum her. Freistin at melda til er mánakvøldið 18. september.

Niðanfyri sæst filmsbrot frá líknandi tiltaki á Tórsvølli í fjør – vit vóna, at undirtøkan verður eins góð hesaferð!

Dysturin millum Føroyar og Montenegro verður á Tórsvølli fríggjadagin 22. september klokkan 18.00.

Í samband við dystin verður skipað fyri fjepparatiltaki á Niðara vølli frá klokkan 16, og við tilmelding til U9 venjingina fæst atgongumerki til dystin (eitt barna- og eitt vaksnamannaatgongumerki pr. barn, sum luttekur í venjingini). 

Atgongumerki til dystin kunnu annars keypast her

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder