Rebekka Eschen Danielsen hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Wales og Hvítarusslandi. Ístaðin hevur John Petersen úttikið Duritu Hummeland úr KÍ
Seinni í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá fyrst Wales, og síðani Hvítarussland eru á skránni. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2021. Dysturin móti Wales verður á Tórsvølli hósdagin 29. august klokkan 17, og týsdagin 3. september spæla okkara kvinnur á útivølli móti Hvítarusslandi.
John Petersen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
Fyri viku síðani úttók John Petersen, landsliðsvenjari, hópin til komandi dystir, og millum teirra, ið tá fingu landsliðsboð, var Rebekka Eschen Danielsen. Men Rebekka flutti fyri stuttari tíð síðani til USA at ganga í skúla, og hevur tí boðað landsliðsvenjarinum frá, at hon ikki er tøk til dystirnar móti Wales og Hvítarusslandi.
Í staðin hevur John Petersen sent boð eftir Duritu Hummeland úr KÍ. Durita, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í EB/Streymi, er ikki heilt ókend í landsliðshøpi, og er millum annað skrásett fyri fimm A-landsdystir fyri Føroyar.
Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Durita Hummeland, KÍ
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála
Katrina Akursmørk, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy S. Jakobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)
Sara S. Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka F. Benbakoura, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald