Eftir fimm ár í venjaratoyminum hevur 48-ára gamli venjarin valt at takka fyri seg. John Petersen hevur verið høvuðsvenjari í júst farnu EM-undankapping, har Føroyar fingu eitt mál og lótu 42 inn í sjey dystum

Les eisini: 
Føroyar fingu sítt mál
Video: Síggj einasta málið hjá kvinnulandslidnum í hesari kappingini

Í sjónbandinum setur John orð á avgerðina um at steðga sum landsliðsvenjari.

Komandi undankapping hjá kvinnunum byrjar í september næsta ár - talan er um HM undankapping. Í vár verða venjingardystir á skránni, skrivar fsf.fo.