Video: Síggj einasta málið hjá kvinnulandsliðnum í hesari kappingini

Endiliga fór bólturin inn hja føroysku landsliðskvinnunum. Føroyar taptu kortini 5-1 móti Norðurírlandi í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-01 21:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir skoraði einasta málið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í EM-undankappingini á hesum sinni.

Tað er greitt eftir 5-1 tap móti Norðurírlandi í Belfast í kvøld, sum var síðsti dysturin í EM-undankappingini.

Føroysku kvinnurnar løgdu hart út og skoraðu longu tá bara fýra minuttir vórðu leiktir. Norðurírsku kvinnurnar komu skjótt aftur, og bara tveir minuttir seinni var javnt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder