Hondbóltur

Kvinnulandsliðið til Danmarkar á venjingarlegu

Ágúst Jóhannsson hevur úttikið 16 leikarar.

Súna K. Hansen er ein av teimum 16, ið eru úttiknar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súna K. Hansen er ein av teimum 16, ið eru úttiknar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-20 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í september fara føroysku kvinnurnar í gongd við EM-undankappingina. Nú fara fyrireikingarnar av álvara í gongd; Hondbóltssambandið boðar í dag frá, at A-landsliðið skal til Jyllands á venjingarlegu í komandi mánaði. Í tí sambandi hevur landsliðsvenjarin úttikið 16 leikarar.

Tað verður í døgnunum 6. til 10. juni, og venjingarlegan verður í Århus. Har eru millum annað tveir venjingardystir á skránni. Teir verða leiktir móti Sønderjyske og Viborg.

Landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhannsson, hevur tikið eina blanding av royndum og ungum leikarum við. Fýra leikarar eru úr meistaraliðnum Kyndli, og fimm leikarar sum hava sína dagligu gongd í Danmark eru við. Millum tær er unga vestmannakvinnan Lív S. Poulsen, sum í ár hevur fingið sínar fyrstu minuttir í bestu donsku deildini. Gurið á Borg hevði eitt gott kappingarár fyri hoyvíkskvinnur, og hon er við á fyrsta sinni.

Hópurin: 

Málverjar:
Ragnhild á Heygum, VÍF
Annika Fríðheim Petersen, H71

Strikuleikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Bjarta Osberg Johansen, Vendsyssel

Høgri vongur:
Ninna Johansen, Aalborg HK
Guðrið á Borg, H71

Bakkar:
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast/Herning
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Marita Mortensen, H71

Spæliskiparar:
Maria H. Weyhe, H71
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil

Vinstri vongur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder