Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr nummar eitt
Oddadystur var í gjár í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr, og við 3-1 sigri tók havnarliðið oddasessin frá SÍ, sum annars hevur ligið fremst alt kappingarárið. Fleyr er nú tvey stig frammanfyri. Næsta leygardag møtast somu lið í steypafinaluni.
Dráttur bjóðar av
Leingi hevur lítil ivi verið um, at SÍ eisini fór at røkka øðrum finaluplássinum um føroyameistaraheitið, men vinnur Dráttur sær trý stig í sínum dysti ímóti KÍF í kvøld, sum byrjar kl. 20, so kemur Dráttur upp á liðina á SÍ, og so er kappingin púra opin um finaluplássini. Eina viku eftir steypafinaluna verður stórdystur í høllini á Giljanesi, tá Dráttur og SÍ bresta saman í dysti um – í hvussu er fyribils - at tryggja sær finalupláss í FM-kappingini.
Mjølnir vaknað
Hjá Mjølni gongur formkurvan uppeftir. Fyri tveimum vikum síðan vunnu klaksvíkingarnir sítt fyrsta stig í kappingini í 3-2 tapinum fyri KÍF, og í dag gekk uppaftur betur, tá TB stóð fyri skotum og noyddist longu leiðina suðuraftur við 3-0 tapi skjáttuni.
Úrslit:
SÍ-Fleyr 3-1 (22-25, 25-17, 20-25, 18-25)
Mjølnir-TB 3-0 (25-20, 25-19, 25-17)
Dráttur-KÍF leygarkvøldið kl. 20.00
Sunnudagin kl. 14.00: KÍF-TB
Støðan: Lið - Dystir / Stig
Nr. 1 Fleyr 9 / 22
Nr. 2 SÍ 9 / 20
Nr. 3 Dráttur 9 / 17
Nr. 4 KÍF 8 / 9
Nr. 5 TB 7 / 6
Nr. 6 Mjølnir 10 / 4
Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr spilti sær kjansin ímóti ÍF
Eftir 3-1 tap fyri ÍF eru møguleikarnir hjá Fleyr at røkka finaluplássi um føroyameistaraheitið farnir at fækkast, tó at tað er ikki ógjørligt enn. Tapið í gjár man kennast havnarliðnum sum ein spiltur kjansur, tí bæði í fyrsta og øðrum setti høvdu teir settbóltar - tríggjar í hvørjum setti, men eingin var gagnnýttur. Tað eydnaðist tó í triðja setti, sum Fleyr vann 26-24, men eitt klassiskt comeback gjørdist talan tó ikki um, tí eftir 14-14 í fjórða setti dróg ÍF frá, og Vukasin Nedeljkovic langaði sum so ofta seinasta bóltin í gólvið til 25-17 til ÍF.
ÍF liggur á einum greiðum øðrumplássi á stigatalvuni, seks stig frammanfyri SÍ á triðja plássi og átta stig frammanfyri Fleyr á fjórða plássi. SÍ og Fleyr hava tó spælt ein dyst færri enn ÍF. Men longu mánakvøldið kann ÍF taka eitt stórt fet ímóti FM-finaluni, tá SÍ tekur ímóti í Sørvági. Vinnur ÍF sær trý stig tá, so fer tað at verða trupult at taka FM-finaluplássið frá teimum.
Toppur og botnur á Toftum
Á Toftum vann oddaliðið Mjølnir pliktsigur á Ternuni. Úrslitið var 3-0. Mjølnir liggur greitt á odda í deildini; sjey stig frammanfyri ÍF á øðrum plássi. Herfyri søgdu tey á Toftum, at fyribils málið hjá ungu manningini hjá Ternuni var at vinna eitt sett í ár. Hetta er eydnast tvær ferðir seinastu vikurnar. Fyri tíggju døgum síðani vann Ternan eitt sett ímóti ongum minni enn júst Mjølni, og eina viku fyri tað eydnaðist eisini at vinna eitt sett í steypakappingini ímóti SÍ.
Úrslit:
ÍF-Fleyr 3-1 (26-24, 27-25, 24-26, 25-17)
Ternan-Mjølnir 0-3 (15-25, 20-25, 20-25)
Mánakvøldið kl. 19.00: SÍ-ÍF
Støðan: Lið - Dystir / Stig
Nr. 1 Mjølnir 11 / 29
Nr. 2 ÍF 11 / 22
Nr. 3 SÍ 10 / 16
Nr. 4 Fleyr 10 / 14
Nr. 5. Ternan 12 / 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald