
Stórsteypadystirnir sunnudagin vóru almenna startskotið til kappingarárið í fótbólti, men tað er nú í vikuskiftinum, at bólturin av álvara fer á rull.
1. umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni sunnudagin, men áðrenn tað skulu kvinnurnar; eins og 1. deild hjá monnum, byrja sítt kappingarár. Í báðum deildunum eru fyrstu dystirnir leygardagin
Kvinnukappingin varð løgd, men so trekti B68 sítt lið úr og legði saman við ÍF/Víkingi. Harvið verða bert fimm lið í Betrideildini í ár. Nýggja felagsliðið byrjar ímóti einum øðrum felagsliðið. Greipuvinnarin frá í fjør er í nýggjum hami, og fær helst ein truplan dyst á útivølli í 1. umfari. KÍ er á heimavølli ímóti B36, ið er í menning. KÍ skal aftur royna at kappast um FM, og er favorittur leygardagin. HB, ið vann stórsigur í stórsteypadystinum, situr yvir í 1. umfari.
13.00 KÍ - B36
15.00 ÍF/Víkingur/B68 - EBS/Skála
Sí alla skránna fyri Betrideildini á heimasíðuni hjá FSF
Í næstbestu deildini hjá monnum skal 07 Vestur stríðast fyri at flyta uppaftur, og vágemenn eru eisini favorittar til tað. Sí skránna fyri 1. umfar í 1. deild hjá monnum og fyri alt kappingarárið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald