- Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Annars eri eg væl nøgd, sigur Signe Pries Andersen
Soleiðis segði høvuðsvenjarin á føroyska kvinnulandsliðnum, Signe Pries Anderse, beint eftir lutakastið fyri einum mánaði síðani.
Nú er fyrsti dysturin beint fyri framman. Hann er tann á pappírinum truplasti: Á útivølli móti Grikkalandi, sum er hægst styrkismett liðið í bólkinum.
Sambært veddingarfyritøkunum, um hugt verður eftir úrslitunum seinastu árini, hvar spælararnir sum heild spæla o.s.fr, so er Grikkaland stórfavorittur til dystin.
Føroysku spælararnir til venjing í hitanum mikudagin. Niðast síggjast liðskiparin Ásla Johannesen og Rebekka Benbakoura - tær einastu sum í løtuni spæla uttanlands. Rebekka spælir í júst grikskum fótbólti (Myndir: FSF)
Hann byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð í morgin og verður spældur á Heraklion á Kreta. Dysturin kann stroymast á kvf.fo.
Føroyski hópurin kom til Kreta fyrr í vikuni og hevur í dag havt seinastu venjingina undan uppgerðini.
Talan er um C-bólkin í EM-undankappingini, sum er undir nýggjum leisti - sí meira niðanfyri.
Hópurin
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Klementsen, HB Tórshavn
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Sara Samson Laumhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Lea Símunardóttir Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Sanna Svarvadal er ímillum tær, sum eru aftur. Málverjin Óluva Allansdóttir Joensen er ikki við vegna skaða.
Øll dystarskráin:
5. apríl Grikkaland – Føroyar (Í morgin)
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar
EM-undankappingin hjá kvinnum verður hesaferð spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.
Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.
Kelda: fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald