Tað eru seks vikur síðani, at leikt varð í Betrideildini hjá kvinnum. KÍ fór, sum so ofta fyrr, í summarfrí á 1. plássinum, men tað er tætt millum liðini, og í dag eru tveir innnahýsis dystir millum tey liðini, sum kappast um heiðursmerki.
B36 skal vinna á NSÍ á heimavølli fyri at av álvara blanda seg upp í oddastríðið. NSÍ hevði eina heilt góða gongd fyri steðgin og vann 5-2, tá B36 vitjaði við Løkin fyrr í ár.
Við Margáir spæla liðini, sum eru á ávíkavist 2. og 4. plássi. EBS/Skála hevur staðið seg betri enn tey allarflestu høvdu væntað og bjóðar aftur av álvara av í oddinum. HB kann koma undir liðuna á EBS/Skála við einum sigri - EBS/Skála vann fyrra dystin millum liðini í ár.
Víkingur og KÍ eru í leiklutinum sum stórfavorttur á útivølli, tá uppflytararnir taka ímóti. Víkingur hevur leikt ein dyst færri, enn hini liðini í stóra bólkinum, sum kappast í oddinum. Dysturin millum Víking og 07 Vestur á Dungasandi, sum er tann fyrsti í dag, verður vístur á Rás1. KÍ spælir á Argjum í kvøld
13. umfar
Leygardagin 07.08
Sørvágur | 14:00 | |||
Tórshavn | 16:30 | |||
Streymnes | 17:00 | |||
Argir | 18:15 |
1 | 11 | 6 | 5 | 0 | 24 | 7 | +17 | 23 | ||
2 | 11 | 6 | 3 | 2 | 24 | 11 | +13 | 21 | ||
3 | 11 | 6 | 2 | 3 | 34 | 20 | +14 | 20 | ||
4 | 11 | 5 | 3 | 3 | 29 | 14 | +15 | 18 | ||
5 | 10 | 5 | 2 | 3 | 31 | 15 | +16 | 17 | ||
6 | 11 | 5 | 1 | 5 | 25 | 24 | +1 | 16 | ||
7 | 10 | 2 | 0 | 8 | 12 | 32 | -20 | 6 | ||
8 | 11 | 0 | 0 | 11 | 6 | 62 | -56 | 0 |
Eitt umfar frá fyrru hálvu er útsett, umframt ein dystur í einum øðrum umfari. Tí hevur eingin spælt fleiri enn ellivu dystir.
Talvur og tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald