Hondbóltur

Kvinnurnar spæla tveir dystir móti Finnlandi í apríl

Talan er um venjingardystir í sambandi við fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2023-03-21 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 3. til 6. apríl verður føroyska kvinnulandsliðið í Helsinki í Finnlandi, har liðið m.a. skal spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi. Dystirnir verða spældir í sambandi við fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Til undankappingina er Finnland er styrkismett sum nr. 32, meðan Føroyar er styrkismett sum nr. 27. Fyrri dysturin verður 4. apríl klokkan 16.45, og næsti dystur verður 5. apríl kl. 16 føroyska tíð. Dystirnir verða stroymdir á handis.tv, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Landsliðsvenjararnir Mark Lausen-Marcher og Finnur Hansson, hava úttikið hesar 16 leikararnir til dystirnar.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster Håndbold
Rakul Wardum, Ajax København

Útileikarar:
Guðrið á Borg, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
Rannvá Olsen, VÍF
Ingibjørg Olsen, ÍBV
Pernille Brandenborg, København Håndbold
Brynja høj, Neistin
Vár Zachariasen, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Zachariasen, H71
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar
Súna Krossteig Hansen, Ajax København
Sonja Sirdal á Bergi, Stjørnan
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder