Í gjár gjørdist greitt tað, sum leingi hevur ligið í kortunum. Spanska høvuðsstaðarfelagið Real Madrid verður heimstaðurin hjá fronsku fótbóltsstjørnunini Kylian Mbappé.
Hetta varð kunngjørt í gjár sum krúnan á verkinum eftir ein sannan rigursrús í Real Madrid hesa seinastu tíðina við sponskum meistaraheiti, og so finalusigrinum í Champions League leygardagin.
Kylian Mbappé verður Real Madrid spælari komandi fimm kappingarárini. Hann kemur til spanska høvuðsstaðin uttan flytingarkostnað fyri Real Madrid, tí hann ikki longur er bundin at sáttmála.
- Ein dreymur gongur út. Fegin og errin av av vera komin til mítt dreymafelag. Ongin fatar hvussu glaður eg eri, skrivaði Mbappé á X í gjár.
Fótbóltsstjørnan kemur til Real Madrid eftir at hava verið í sjey kappingarár í franska stórfelagnum Paris Saint-Germain, PSG, har Mbappé spældi 308 dystir og skoraði 258 mál.
Áðrenn Kylian Mbappé fær høvi at lata seg í hvítu troyggjuna hjá Real Madrid skal Kylian Mbappe fyrst spæla fyri heimland sítt, Frakland, til EM-kappingina í Týsklandi, sum byrjar 14. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald