Hondbóltur

Kyndil basti H71

H71 tapti fyri fyrsti fer í ár, tá Kyndil var á vitjan í Hoyvíkshøllini. Stjørnan og Neistin vunnu eisini á útivølli.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-27 19:28 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fult umfar var í SMS-deildini hjá kvinnum í dag.

Í ítróttarhøllini á Skála tók STÍF ímóti Neistanum. Gestirnir vunnu dystin 25-31, hóast tær vóru aftanfyri 16-15 í hálvleikinum.

Í hoyvíkshøllini hittust liðini á øðrum og triðja plássið undan dystinum, tá H71 tók ímóti Kyndil. Her megnaði Kyndil, sum tað fyrsta liðið í ár, at vinna á H71. Talan var um dyst við fáum málum. Kyndil vann dystin 14-18, eftir hálvleikleiksstøðuna 6-8.

Í Vági tók VB ímóti Stjørnuni, og eins og í hinum dystinum vann útiliðið. Dysturin 24-29 til Stjørnuna, eftir hálvleiksstøðuna 9-15.

 

SMS-deildin

Sunnudagur, 27. oktober.

 

STÍF - Neistin 25-31 (16-15)

Toppskjúttar: 

Ingun Person og Ana Blagojovic 7

 

H71 - Kyndil 14-18 (6-8)

Toppskjúttar:

Súna K. Hansen 6

 

VB - Stjørnan 24-29 (9-15)

Toppskjúttar:

Tóra Eliasen 9, Slobodanka Brandobraski 8

 

Støðan: (øll liðini hava leikt 6 dystir)

VÍF 10

H71 10

Kyndil 8

Neistin 6

Stjørnan 4

STÍF 4

VB 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder